Vitan er sending, har Kári Sólstein fer í dýpdina við einum ávísum evni og tosar við serfrøðingar um tað. Hetta er sendingin, har serfrøðin fær gott pláss, og evni verða útbreidd. Evni í sendingini eru alt frá tara til krabbamein.
Eitt super El Niño er við at taka seg upp í Kyrrahavinum, og hetta fer at ávirka veðrið um allan heim. Og kanningar vísa, at Toxiplasmosa er í seyði, haru og kettu í Føroyum, og hesin parasittur kann smitta menniskju.
27 Mar 2026
Bønhústoftin á Velbastað
Nógv áhugavert er komið undan kavi í útgrevstrinum, millum annað ein flottur gulltráður og ein gátuførur ringur. Lurta eftir sendingini, har Helgi Mikkelsen, fornfrøðingur, greiðir frá. Eisini umrøða vit DNA royndir, ið vísa nær fyrstu seyðirnir komu til Føroya.
28 Oct 2025
Livandi alheimurin
Fyri stuttum kunngjørdi amerikanski rúmdarstovnurin NASA, at tey høvdu funnið ábendingar um, at lív einaferð í fyrndini hevði verið á gongustjørnini Mars.
Gamalt útdeytt lív, gaman í, men er gongustjørnan Mars steindeyð?
Spurningurin stendur í dag ósvaraður, men hann verður viðgjørdur í sendingini "Livandi alheimurin".
Kári Sólstein, journalistur, tosar við Gunver Lystbæk Vestergård, vísindajournalist, sum hevur skrivað bókina "Vores levende univers".
Gunver Lystbæk Vestergård er kandidat í journalistikki og hevur eina ph.d. í vísindasamskifti. Hon arbeiðir sum journalist á Weekendavisen, har hon millum annað skrivar um alisfrøði, stjørnufrøði, rúmdarferðing og vísindasøgu.
Host of Vitan?
Claim your podcast to manage its listing and keep your show details accurate.
Pod Engine is an independent podcast discovery and analytics service and is not affiliated with or endorsed by this podcast. Artwork and show content belong to their owners. Full legal notice.