Hóast Bill Justinussen og Jan Lamhauge koma úr sama geografiska øki, hava teir ikki nógv annað til felags. Ja, Bill Justinussen sigur seg beinleiðis hava stikni til journalistikkin hjá Jan Lamhauge. Í Billbugt fara teir tó at umrøða ymisk aktuell viðurskifti saman við einum gesti, sum teir skiftast um at velja.
Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, discusses the future of progressive politics in the Faroe Islands, including key reforms to taxation, benefits, and childcare support.
23 Sept 2024
Hástórir borgarstjórar og blokkpolitikkur
Í hesum partinum hevur Bill bjóðað Tórbjørni Jacobsen, borgarstóra í Runavíkar kommunu og formann í Kommunufelagnum, í studio at práta um eitt nú avbjóðingar hjá kommununum, hástórar borgarstjórar og eitt møguligt samstarv millum Tjóðveldi og Fólkaflokkin.
See omnystudio.com/listener (https://omnystudio.com/listener) for privacy information.
16 Sept 2024
Milliardingar og fátækraváði
Í hesum partinum hevur Jan bjóðað Sonja Jógvansdóttir í studio. Sjálv sigur Sonja Jógvansdóttir, at hon hevur brúkt ein stóran part av lívinum til at hata nógv av tí, sum Bill Justinussen hevur staðið fyri. Tey hava tí nógv at práta um: Eitt nú milliardingar, fátækraváða, Jesus-kakur og at Bill er farin at siga "yvirhøvur ikki" sum Jógvan á Lakjuni.
See omnystudio.com/listener (https://omnystudio.com/listener) for privacy information.
9 Sept 2024
1. Jacob Vestergaard og holið í landskassanum
Fyrsti gesturin, sum Bill Justinussen hevur valt at bjóða í Billbugt, er Jacob Vestergaard úr Fólkaflokkinum.
Aftaná lemjandi niðurstøðurnar í tí seinastu frágreiðingini hjá Búskaparráðnum um ovurstóra holið í landskassanum, eru Jacob og Bill samdir um, at skipanin við tilfeingisgjaldið hevur spælt fallitt, tí hetta hevur sambært teimum forðað fyri einum sunnum búskapi.
Eisini verður tosað um §266b, hví Jacob tosar so hart og hví Bill hatar Frihedsbrevet.
See omnystudio.com/listener (https://omnystudio.com/listener) for privacy information.
Contact Billbugt
Guest appearances
Books guests
Based on episode analysis; this does not confirm that the show is currently accepting guests.
Host of Billbugt?
Claim your podcast to manage its listing and keep your show details accurate.
Pod Engine is an independent podcast discovery and analytics service and is not affiliated with or endorsed by this podcast. Artwork and show content belong to their owners. Full legal notice.
Explore this show Podcast research with Pod Engine