Etos er sendirøð, sum varpar ljós á etisku søguna, etisk dilemma og hvussu menniskjan annars kemur til sættis ella ikki við galdandi etikk í samfelagnum.
Armgarð Arge tosar við lærara í filosofi, Jógvan D. Hansen.
Etos: "Sjúkrarøktarfrøðisøgan er alneyðug at skjalprógva"
Elisabeth Hall discusses the critical importance of documenting the history of nursing in the Faroe Islands to understand its past and inform its future practices in this interview.
24 Oct 2024
Etos: "Menniskju eru ikki tól"
Kari Martinsen er sjúkrarøktarfrøðingur, men eisini er hon doktari í heimsspeki og søgu. Og hon er professari emerita. Hon hevur skrivað ellivu bøkur.
Hennara aðalmál er tann sansaliga sjúkrarøktin. Hetta at alt ikki bara skal vera effektivt og ganga skjótt fyri seg, men at heilsustarvsfólk nýta sínar sansir, so tey merkja og kenna tann sjúka, so álit og trygg umsorgan kemur millum sjúkling og røktarstarvsfólk.
Skaldskapurin hja K. E. Løgstrup hevur havt stóran týdning fyri Kari Martinsen. Tað er Løgstrup, sum sigur, at vit hvønn dag hava lívið hjá hvørjum øðrum í okkara hondum.
"Nakað meiri enn..." er til í okkara tilveru, sigur Kari Martinsen. Nakað ævigt er felt í okkum, nakað gátukent, sum vit ikki megna at seta á ein frymil. Í samskiftinum millum sjúkling og viðgera, kann ljós skína innar og nakað hendir, sum hevur við sær, at heilsuverkið verður sunt og livandi.
Menniskju eru ikki tól, men livandi verur, sum hava sínar sansir at gáa og meta um, hvussu geri eg nú sum best ? Og aðalmálið er, at tú gloymir teg sjálvan í royndini at fáa sjúklingin at kenna seg tryggan.
3 Oct 2024
Etos: Tá menniskju verða rá
Dorthe Birkmose er sálarfrøðingur og hevur skrivað ritgerð í fyribrigdinum, "tá menniskju ikki hava sjálvstilvitan". Hon arbeiddi nøkur ár sum neuropsykologur á brekøkinum, men fór so undir sjálvstøðuga vinnu í 2004. Hennara yrkið hevur verið at supervisera og hon er komin runt Danmark til nógv støð og stovnar, har hon varnaðist, hvussu strongd og sálarlig ovbyrjan avlagar menniskju. Hon sá ógvusligu baksíðuna - nevniliga ráanina.
Hon hevur skrivað bókina "Tá góð menniskju eru ónd - ráanin sum er eitt tabu". Fyri at skilja hetta fyribrigdið, sigur Dorthe Birkmose, at hon brúkti, hvat sálarfrøðin sigur um óndskap og hvussu óndskapur verður ein viðspælari millum fólk.
Í dag ferðast Dorthe Birkmose runt í Norðanlondum og fyrilesur um ráan, so til ber at fyribyrgja og tá skaðin er hendir, hvussu menniskjuni kunnu fara víðari í teirra lívi.
Tað, sum er so lúmskt og vandamikið við ráan er, at tú varnast ikki tína ráan, men heldur at tað eru hini. Ikki fyrrenn tú varnast tína ráan, kann nøkur broyting til tað betra henda. Og skeiv gongd kann vendast. Dorthe sigur, at øll ráan byrjar og endar við strongd.
Tí ráan kann henda og er allastaðir har menniskju eru. Har fólk eru sett í starv fyri at hjálpa øðrum og strongdin ger seg galdandi, har er vandin fyri at menniskju verða ófantalig.
Men tey stillu vitnini, tey sum eygleiða og onki siga, tey góðtaka ófantaligu viðferðina av øðrum, tí tey siga onki.
Contact Etos
Guest appearances
Books guests
Based on episode analysis; this does not confirm that the show is currently accepting guests.
Host of Etos?
Claim your podcast to manage its listing and keep your show details accurate.
Pod Engine is an independent podcast discovery and analytics service and is not affiliated with or endorsed by this podcast. Artwork and show content belong to their owners. Full legal notice.
Explore this show Podcast research with Pod Engine