Hvussu verður amerikanski forsetin valdur, hvat vald hevur hann, og er hvussu við Umboðsmannatinginum, Senatinum og amerikanska Hægstarætti?
Í hesi podvarpsrøðini varpa vit ljós á hesar og aðrar spurningar um amerikonsku politisku skipanina í samband við forsetavalið, sum verður í USA 3. november.
Hvussu verða meiningakanningar gjørdar, hvørvja ávirkan hava tær og er tað bert undirhald ella siga tær veruliga nakað um hvussu eitt valúrslit verður.
Í hesum partinum tosa vit við Regin Berg, stjórnmálafrøðing og Lailu Hentze, stjóra á Gallup Føroyum, um meiningakanningar.
19 Oct 2020
Hægstirættur í USA
Hægstirættur fyllir sera nógv í USA og forsetin tilnevnir hægstarrættardómarar. Í USA er man eisini meira opin um, at hægstirættur er politiskt ávirkaður enn man er í nógvum londum í Evropa.
Í hesum partinum tosa Regin Berg og Tróndur Olsen um leiklutin hjá hægstarætti í amerikonskum politikki.
13 Oct 2020
Hvussu verða forsetin og hini vald?
Hvussu verður amerikanski forestin valdur, og hvussu við senatinum og umboðsmannatinginum?
Í hesum partinum hyggja vit at hvussu forsetin verður valdur, um hetta í veruleikanum er eitt beinleiðis val og hvussu limirnir í senatinum og umboðsmannatinginum verða valdir.
Regin Berg, stjórnmálafrøðingur greiðir frá.
13 Oct 2020
Valdið hjá Senatinum og Umboðsmannatinginum
Demokratiska valdið í USA er býtt í tríggjar partar, og lagt soleiðis til rættis, at tað skal vera so torført sum gjørligt at stýra.
Í hesum partinum tosa vit um hvat vald Senatið og Umboðsmannatingið hava, umframt nakrar av søguligu orsøkunum til, hví skipanin er soleiðis sett saman.
8 Oct 2020
Valdið hjá amerikanska forsetanum
Amerikanski forsetin verður ofta kallaður heimsins valdsmiklasti maður, men hvat vald hevur í veruleikanum, hvat kann hann gera, nær verður hann steðgaður og er hetta broytt við tíðini?
Tað eru millum spurningarnar, sum Regin Berg og Tróndur Olsen tosa um í øðrum parti í podvarprøðini um amerikanskan politikk.
7 Oct 2020
Undanval í USA
Fyri at gerast forsetavalevni í USA, skulu tey, sum vilja vera forseti, fyrst vinna sær undirtøku millum veljararnar hjá teimum stóru politisku flokkunum í USA.
Men hvussu koma flokkarnir fram til teirra valevni, og fáa flokkarnir tað besta valevni við tí leistinum?
Tað eru millum evnini, sum vit tosa um í fyrsta partinum í podvarprøðini um amerikanskan politikk.
Contact Forsetaval og amerikanskur politikkur
Guest appearances
Books guests
Based on episode analysis; this does not confirm that the show is currently accepting guests.
Host of Forsetaval og amerikanskur politikkur?
Claim your podcast to manage its listing and keep your show details accurate.
Pod Engine is an independent podcast discovery and analytics service and is not affiliated with or endorsed by this podcast. Artwork and show content belong to their owners. Full legal notice.
Explore this show Podcast research with Pod Engine