Heimsins besta matstova hevur verið í einum ódnarveðrið og maðurin aftanfyri alt, Rene Redzepi, hevur lagt frá sær. Men hvat merkir tað? Og hvat merkir tað fyri matstovuvinnuna? Tað tosa vit um í Frímælt hesa ferð, har vit eisini runda valdystin, sum ikki at rokna sum nakar dystur, tí alt er so tamt.
Meðan vit taka upp partin koma eisini boðini um, at matstovan Paz hevur fingið eina forkunnuga viðurkenning - og tá var heppið, at Poul Andrias Ziska var í studionum sum gestur.
Vit tosa eisini um eina serliga fríkirkju í Danmark, sum hevur savnað eina røð av litríkum fólki, og so hyggja vit nærri eftir føroyska fólkaskúlanum, har alsamt færri mannfólk arbeiða.
Gestir eru Svanna Hentze í Gong, teknmálstulkur, Leivur Frederiksen, varaskúlastjóri og miðlamaður, og Poul Andrias Ziska, kokkur og eigari av matstovuni Paz.
Vertur er Rólant Waag Dam.
See omnystudio.com/listener (https://omnystudio.com/listener) for privacy information.
6 Mar 2026
129. Eitt rørandi og vakurt verk hjá Mariu Tórgarð
Maria Tórgarð fór við øllum, tá Geytin varð latin í farnu viku. Í Frímælt hesa ferð tosa vit um persónligu og inniligu søguna, sum Maria Tórgarð fortelur um mammu sína, um seg og sína familju.
Vit fara eisini ein túr á FMA, sum verður fríggjakvøldið hesa vikuna. Eitt tiltak, sum verður í Norðurlandahúsinum og víst í beinleiðis sjónvarpi. Marianna fortelur um fyrireikingarnar.
Seinasti partur av Hoydølum er sendur. Vit taka saman um røðina, sum hevur lagt Føroyar fyri sínar føtur.
Og so er semja um, at fleiri kvinnur mugu framat - og tað á øllum frontum. Í Frímælt hesa ferð er tað serliga í tónleiki og politikki, at javnstøðan - ella mangul upp á tað sama - verður viðgjørt.
Gestir í Frímælt eru Marianna Winther Nagata, samskipari av FMA, Niels Uni Dam, stjóri í Nudlavirkinum, og Kristinn Vang, journalistur í Frihedsbrevet.
Vertur er Rólant Waag Dam.
See omnystudio.com/listener (https://omnystudio.com/listener) for privacy information.
27 Feb 2026
128. Valfepur og nakrir djarvir menn
Valfepur hevur rakt Frímælt og vit hyggja eftir nøkrum av týdningarmiklu tættunum, sum hava víst seg hesar fyrstu dagarnar. Og so ringja vit til Bárð á Steig Nielsen og spyrja, hvar hann var, nú hann ikki var partur av forfólkaumfarinum mikukvøldið.
Kendi sjónvarpsverturin John Johannesen arbeiðir ikki longur í Kringvarpi Føroya. Hetta kemur í kjalarvørrinum av nøkrum søgum, sum Frihedsbrevet hevur skrivað um hann. Í vikuni trinu tveir menn fram við navni og greiddu frá ágangi, sum teir høvdu upplivað frá nú fyrrverandi vertinum í Degi & viku.
Í næstu viku er femifagnaðarvika. Ein røð av tiltøkum er á skránni, sum vit venda. Har í millum Gentuvesið Live, sum Rannvør Fríða Eyðunsdóttir er vertur á saman við Anniku Dalsgaard - og har Barbara Holm skal vera gestur.
Hetta og ymiskt annað, bæði úr Føroyum og uttan úr heimi, eru dagsins evni.
Gestir í Frímælt hesa ferð eru Bjørt Lind, sálarfrøðingur og sexologur, Rannvør Fríða Eyðunsdóttir, vertur á Gentuvesinum, og Barbara Holm, ábyrgdarstjóri í Frihedsbrevet.
Vertur er Rólant Waag Dam.
See omnystudio.com/listener (https://omnystudio.com/listener) for privacy information.
Who has been a guest on Frímælt
Names identified in recent episode analyses. Showing up to five guests.
Niels Uni Dam
Sólbjørg Jacobsen
Laila Mote
Rannvør Fríða Eyðunsdóttir
Sólfinn Danielsen
Reach and audience
Public platform figures. Ratings count people who left a rating, not total listeners.
Spotify
4.5 / 5
22 ratings
Contact Frímælt
Guest appearances
Books guests
Based on episode analysis; this does not confirm that the show is currently accepting guests.
Host of Frímælt?
Claim your podcast to manage its listing and keep your show details accurate.
Pod Engine is an independent podcast discovery and analytics service and is not affiliated with or endorsed by this podcast. Artwork and show content belong to their owners. Full legal notice.
Explore this show Podcast research with Pod Engine