1 Nov 2026
Himmalvónin
Allahalganna sunnudag.
Lestur: Opb 21,1-7.
Evangelium: Matt 5,13-16.
Prædika
Tit eru salt jarðarinnar! Tit eru ljós heimsins! Hesi orð úr Jesu fjallaprædiku undirstrika fyri okkum, hvat vit í grundini eru sum trúgvandi. Jesus sigur ikki við hini trúgvandi: Tit fara møguliga at vera salt jarðarinnar og ljós heimsins. Nei, hetta er nakað, sum vit longu eru! Sostatt undirstrikar Jesus eisini, at kristna lívið er eitt lív við einum heilt serligum formáli, nevniliga at vera salt jarðarinnar og ljós heimsins.
Saltið, sum Jesus nevnir her, er myndatala. Eins og saltið varðveitir mat frá roti, soleiðis eru kristin eisini kallað til at virka sum salt í einum heimi, har ið rotinskapur og óndskapur vísa seg á ymiskan hátt. Jesus brúkar eisini ljós sum eina mynd uppá tað, sum kristin menniskju eru í hesum heimi: Ljós heimsins.
Hetta ljósið er ikki nakað, sum vit eiga í okkum sjálvum. Nei, Jesus er ljóskeldan, og vit endurspegla hansara ljós í hesum heimi, eins og mánin og stjørnurnar endurspegla ljósið frá sólini. Jesus kallar okkum sostatt til at lata hansara ljós endurspeglast í okkara lívi, har ið vit eru. Hansara ljós skal ikki goymast burtur og stillast undir skeppumálið, nei tað skal lýsa bjart, so at øll síggja, ikki okkum, men Jesus - hitt sanna ljósið!
Samband millum himmal og jørð
Í evangeliinum síggja vit eisini eina uppdeiling:
Vit eru her á fold - salt jarðarinnar og ljós heimsins.
Men Gud er á himni.
Til tíðir kann fjarðstøðan millum himmal og jørð tykjast óendalig – serliga tá ið lívið verður trupult. Men hin stóri og ríki gleðiboðskapurin boðar okkum samband millum himmal og jørð, millum Gud og menniskju. Og tað er bara í einum persóni, nevniliga Jesusi, at jarðarinnar menniskju fáa samband við himmalsins Gud.
Í faðirs míns húsi eru mangir bústaðir
Í lestrinum hava vit lisið um endurskapanina: “Eg sá nýggjan himmal og nýggja jørð, tí at hin fyrri himmalin og hin fyrra jørðin vóru horvin... Sí, eg geri allar lutir nýggjar!” Og tá ið Gud ger allar lutir nýggjar, er ikki longur nøkur fjarðstøða millum himmal og jørð, Gud og menniskju. Tvørturímóti lesa vit í Opinberingini: “Eg sá staðin heilaga, hitt nýggja Jerúsalem, stíga niður av himni frá Guði, búnan sum brúður, ið er skrýdd fyri manni sínum. Og eg hoyrdi harða reyst frá hásætinum, sum segði: „Sí, tjaldbúð Guðs er hjá menniskjunum, og hann skal búgva hjá teimum, og tey skulu vera fólk hansara; og Guð sjálvur skal vera hjá teimum.”
Tað er eisini júst henda vónin um eitt himmalskt heim, sum Jesus boðar okkum hjá Jóhannesi: “Hjarta tykkara verði ikki óttafult! Trúgvið á Guð, og trúgvi á meg! Í faðirs míns húsi eru mangir bústaðir. Var tað ikki so, hevði eg sagt tykkum tað; tí at eg fari burtur at tilbúgva stað fyri tykkum. Og tá ið eg eri farin burtur og havi tilbúgvið stað fyri tykkum, komi eg aftur og skal taka tykkum til mín, til tess at har sum eg eri, skulu tit eisini vera” (Jóh 14,1-3).
Okkara sanna heim
Um vit ikki áttu hesa ríku himmalvónina, so høvdu vit neyvan hildið henda dagin, soleiðis sum vit gera. Okkara jarðarferðir høvdu heldur ikki sæð soleiðis út, sum tær gera. Men av tí, at vit eru rótfest í gleðiboðskapinum, so kunnu vit eisini í dag syrgja við vón, eins og kristin menniskju hava gjørt øld eftir øld.
Í ár 125 skrivaði grikkin Aristides til ein vin um kristindómin og greiddi frá, hví henda “nýggja religiónin” var so væl umtókt. Millum annað segði hann, at tá ið ein av teimum kristnu doyði, so fylgdu tey hinum deyða við sangi og tøkk, eins og hann skuldi avstað frá einum staði til ein annan.
Og hetta er nevniliga okkara vón, at ein staður bíðar okkum handan deyðans dyr – ein staður, sum vit kalla okkara sanna heim. Ella sum vit fara at syngja um eina løtu úti við minnisvarðan:
Ei skal gleðinnar dagur har halla,
ei skal ivin tá tyngja mítt sinni,
aldri meira vit snáva og falla,
tí tá eru vit heima, o, Guð!
Henda vónin, sum vit eiga við trúnni á Jesus, uggar okkum, tá deyðin vitjar. Tað er hart at siga farvæl, men við himmalvónini