Í Kvørnini verða føroyskar tónleikaútgávur ummældar.
Í útvarpsstovuni eru vanliga tvey tónleikaáhugað fólk saman við vertinum Eyðfinn Jensen.
Fyritreyt fyri at ummæla í Kvørnini er brennandi áhugi fyri tónleiki, dirvi og hugur at siga sína hjartans meining.
The MZA EP vol. 2, ið er fimta EP'in við 22 ára gamla rapparanum og framleiðaranum Marius DC, byggir víðari á sama grundarlag sum debut EP'in, "The MZA EP", ið kom út í 2019.
Á EP'ini eru seks sangir á enskum máli, sum Marius DC hevur skrivað, framleitt, ljóðblandað og frumbandað. Tó hevur danski framleiðarin Jeppe Engelbrecht Appel framleitt sangin, "Got It Made", og "Forever" er skrivaður og framførdur saman við Jazzygold.
Skotsmál:
9/10 stjørnum: Regin Toftegaard
8/10 stjørnum: Ári Rouch
Eyðfinn Jensen leggur til rættis.
18 Jun 2026
Kvørnin: "TeleMama"
Á heildarútgávuni "TeleMama" eru 10 løg, sum limirnir í bólkinum hava gjørt í felag. Tekstirnar hevur Óli Joensen, forsangari í TeleMama, skrivað. Átta eru á enskum og tveir á føroyskum máli.
Tónleikarar á útgávuni eru:
Óli Joensen - sang, kór og guitar
Hendrik Jacobsen - guitar
Ørvur Argenziano Hentze - bass
Dan Eyðun Karbech Saxov - tangentar
Jákup Holm Johannesen - trummur
Sjúrður Zachariasson - saxofon
Upptøkurnar eru gjørdar í íbúðini heima hjá einum limi í TeleMama og í Atmozonic upptøkuhølinum í Danmark, har útgávan eisini er ljóðblandað og frumbandað - burtursæð frá sanginum "Hindsight", sum Hans Poulsen hevur ljóðblandað og frumbandað.
Bólkurin TeleMama trein á fyrsta sinni alment framm í tónleikakappingini Sement í 2021, og hóast bólkurin ikki kom víðari til finaluna, fekk hann sera góða móttøku frá áhoyrarunum.
Aftaná Sement kappingina fekk bólkurin fleiri fyrispurningar frá føroyskum konsert og festival fyriskiparum, og TeleMama varð eisini boðin at spæla G! festivalinum sama árið.
Tíverri bleiv G! festivalurin í 2021 avlýstur orsakað av koronu, so framførðslan hjá TeleMama varð av ongum. Tað gleðiliga er nú, at TeleMama fer at spæla á ársins G! festivali, sum verður í Syðrugøtu í døgunum millum 16. og 18. juli.
Skotsmál:
7/10 stjørnum: Hergeir Eldevig
6/10 stjørnum: Páll Oddur Rubbeksen
Eyðfinn Jensen er vertur.
11 Jun 2026
Kvørnin: "The End or Beginning of Us", Beinir
Á útgávuni eru fimm sangir á enskum máli, men seinasti sangur er bæði á enskum og á føroyskum. Beinir hevur skrivað sangirnar í samstarvi við Sharon Vaughn, Jónas Gaard, Morten Winther Nielsen og Lasse Boman.
Beinir hevur eisini framleitt tónleikin, tó er sangurin "Won't let go" framleiddur saman við Rasmus Søegren. David Mørup hevur ljóðblandað og frumbandað EP'ina.
Í tíðindaskrivið sigur Beinir: "Á útgávuni eru persónligir og erligir sangir um kærleika, iva og tær løturnar, har eitt samband annaðhvørt broytist, slitnar ella krevur, at tú veruliga stendur við títt og torir at gera nakað við tað."
Skotsmál:
8/10 stjørnum: Holgar Johannesen
8/10 stjørnum: Regin Toftegaard
Eyðfinn Jensen er vertur.
Contact Kvørnin
Guest appearances
Books guests
Based on episode analysis; this does not confirm that the show is currently accepting guests.
Host of Kvørnin?
Claim your podcast to manage its listing and keep your show details accurate.
Pod Engine is an independent podcast discovery and analytics service and is not affiliated with or endorsed by this podcast. Artwork and show content belong to their owners. Full legal notice.
Explore this show Podcast research with Pod Engine