Nú á døgum "goyma" vit málið í teksti og upptøkum, men einsamalt er tað ikki nokk til at tryggja málið, so tað ikki doyr, talan má endurskapast í hvørjum einasta menniskja. Til tað má barnið hava eina fyrimynd at skapa eftir. Tað má hava fyrimyndir, sum alla tíðina eru tøkar.
Altjóða greiðmálsdagur er 13. oktober. Eingin greiðmálsfelagsskapur er í Føroyum. Hetta er eitt øki, sum vit áttu at skipa betur, tí greiðmál er eitt týdningarmikið amboð í demokratinum.
Lena Reinert frá Føroyamálsdeildini er gestur.
30 Sept 2026
Orðaval #38: Málsøga
Í fyrstu Orðaval-sendingini hesa vetrarskránna verður hugleitt um málsøgu sum heild. Eisini verður trivið í ávís orð og kannað, hvør upprunin til orðini er. Komið verður eisini inn á ymiskt málsligt, sum hevur verið havt á lofti síðani seinastu sending. Gestur er Dagfinn Olsen, lærari.
19 May 2026
Orðaval #37: Virðing fyri veruleikanum
Málveruleikin er partur av samfelagsveruleikanum, vit mugu hava eina heiðurliga veruleikalýsing eisini av málinum. Vit eiga at finna eina javnvág, so vit ikki verða fyri málsligum økismissi, at vit leggja afturat, heldur enn yvirskriva. Tað heldur Lena Reinert frá Føroyamálsdeildini er gestur. Hon heldur eisini, at ein máti at bøtt um málið í almenninginum kundi verið at útbúgvið málrøktarar, sum part av føroyskútbúgvingini, ið nú er. Øssur Egholm leggur til rættis.
Who has been a guest on Orðaval
Names identified in recent episode analyses. Showing up to five guests.
Dagfinn Olsen
Lena Reinert
Bjarni Steintún
Contact Orðaval
Guest appearances
Does not typically book guests
Based on episode analysis; this does not confirm that the show is currently accepting guests.
Host of Orðaval?
Claim your podcast to manage its listing and keep your show details accurate.
Pod Engine is an independent podcast discovery and analytics service and is not affiliated with or endorsed by this podcast. Artwork and show content belong to their owners. Full legal notice.
Explore this show Podcast research with Pod Engine