Poddvarpsrøðin, sum viðger teir stóru politisku og etisku spurningarnar, sum flest øll halda vera áhugaverd og hava eina meining um. Í hvørjum parti verða evnini viðgjørd av einum pallborði, ið er sett saman við tí endamáli at kunnu skapa eitt so gott, fakligt og spennandi kjak sum gjørligt.
Í triða og seinasta partinum av kjakinum um talufrælsi verður spurt: Hvussu eiga miðlar at virka við atliti til talufrælsi, ábyrgd og hugsjónarumboðan?
Í hesum partinum verða m.a. helling hjá miðlum, falstíðindi og 'big tech' eisini viðgjørd. Pallborðið er mannað av Bárði á Lakjuni, Hervør Pálsdóttir, Arna Zachariasen, Barbaru Holm og Regini Berg. David Thomassen er orðstýrari og hevur lagt til rættis.
10 Sept 2024
"Vit tora ikki at tosa frítt!"
Í øðrum parti av kjakinum um talufrælsi verður spurt: Hvussu skal talufrælsi handfarast í samfelagnum? Í hesum partinum verður m.a. sjálvsensur, 'cancel culture' og frælsi at mótmæla eisini viðgjørt.
Pallborðið er mannað av Bárði á Lakjuni, Hervør Pálsdóttir, Arna Zachariasen, Barbaru Holm og Regini Berg. David Thomassen er orðstýrari og hevur lagt til rættis.
3 Sept 2024
"Meiningar hvørva ikki, hóast tær vera bannaðar!"
Talufrælsi er evnið, sum á hesum sinni verður viðgjørt í PolEtikk. Evnið verður viðgjørt gjøgnum tríggjar høvuðsspurningar. Í fyrsta parti verður spurt, um vit eiga at lógeva um talufrælsi, og um ja, hvussu. Eisini verður nomið við upprunan til talufrælsi og lóggávu, ið avmarkar hetta frælsið. Komið verður inn á sálarfrøðiligu ávirkanina, ávís tala kann hava, og hvat besti hátturin at basa meiningum, ein ikki dámar, er, umframt nógv annað.
Kjakið er býtt upp í tríggjar partar, ið hvør inniheldur ein høvuðsspurning. Tað er tískil lætt at annaðhvørt lurta eftir kjakinum í trimum pørtum ella at lurta eftir øllum í einum.
Við pallborðið at kjakast um fyrsta høvuðsspurningin eru Bárður á Lakjuni, Hervør Pállsdóttir, Sjúrður Skaale, Bjørt Lind og Heini í Skorini. David Thomassen er orðstýrari og hevur lagt til rættis.
22 Sept 2022
"Kynskvotur eru ódemokratiskar"
Í triðja og seinasta partinum av kjakinum um kynsdiskriminatión og javnstøðu millum kynini verður kjakast um, hvørjir best ítøkiligu hættirnir til at basa kynsdiskriminatión og skapa javnstøðu millum kynini eru.
Kjakið er nú hitnað, og tað verður borað inn til kjarnan í evninum. Við pallborðið at kjakast sita enn Bjørt Lind, Lív Patursson og Arni Zachariassen
13 Sept 2022
"Vit skulu ikki hava javnstøðu!"
Í øðrum parti av kjakinum um kynsmismun og javnstøðu millum kynini spyrja vit:
Hvussu eigur tað optimala samfelagið uttan kynsmismun og við javnstøðu millum kynini at síggja út? Er javnstøða yvirhøvur góð í sjálvum sær?
Hetta evnið hevur pallborðið sera ymiskar meiningar um. Við pallborðið at kjakast um spurningin eru Bjørt Lind, Lív Patursson og Arni Zachariassen.
5 Sept 2022
"Kvinnur eru fyri diskriminatión!"
Kynsdiskriminatión og javnstøða millum kynini er evnið, sum á hesum sinni verður viðgjørt í PolEtikk. Evnið verður viðgjørt gjøgnum tríggjar høvuðsspurningar. Teir fyrstu tríggir partarnir innihalda hvør sín høvuðsspurning, og tað er tískil lætt at lurta eftir kjakinum í trimum pørtum ella øllum í senn.
Í fyrsta parti seta vit spurningartekin við, um vit hava javnstøðu millum kynini, og hvørjir ójavnarnir eru. Eisini verður m.a. nomið við, um kvinnudominerað størv eru minni vird enn mannfólkadominerað størv, og um kynsnormar eru ja- ella neiligir.
Við pallborðið at kjakast um fyrsta spurningin eru Bjørt Lind, Lív Patursson og Arni Zachariassen.
12 Oct 2021
Steffan traðkar á eina landminu
Eigur kristindómur at hava ein framíhjárætt í føroyska samfelagnum? Soleiðis ljóðar seinasti spurningurin, sum verður viðgjørdur í kjakinum um átrúnað og politikk.
Pallborðið er enn tað sama og er mannað av Heina í Skorini, Jógvani Jacobsen, Pæturi Marjunarsyni Dahl, Bjarna Kárason Petersen og Steffani Klein Poulsen.
Í fyrsta kjakinum í PolEtikk er evnið átrúnaður og politikkur. Evnið verður viðgjørt gjøgnum tríggjar høvuðsspurningar. Teir fyrstu tríggir partarnir innihalda hvør sín høvuðsspurning, og tað er tískil lætt at lurta eftir kjakinum í trimum pørtum ella øllum í senn.
5 Oct 2021
Hvør eigur bíbliuna?
Hvussu eigur sambandið millum politikk og átrúna at vera? Hesin spurningurin verður viðgjørdur í øðrum parti av kjakinum um átrúnað og politikk.
Við pallborðið sita enn teir tríggir frá fyrsta parti, Heini í Skorini, Jógvan Jacobsen og Pætur Marjunarson Dahl, og afturat teimum koma Bjarni Kárason Petersen og Steffan Klein Poulsen eisini við í kjakið.
Í fyrsta kjakinum í PolEtikk er evnið átrúnaður og politikkur. Evnið verður viðgjørt gjøgnum tríggjar høvuðsspurningar. Teir fyrstu tríggir partarnir innihalda hvør sín høvuðsspurning, og tað er tískil lætt at lurta eftir kjakinum í trimum pørtum ella øllum í senn.
28 Sept 2021
Kann man taka patent upp á virðir?
Átrúnaður og politikkur er fyrsta evnið, sum verður viðgjørt í nýggju poddvarpsrøðini PolEtikk. Evnið verður viðgjørt í gjøgnum tríggjar høvuðsspurningar. Teir fyrstu tríggir partarnir innihalda hvør sín høvuðsspurning, og tað er tískil lætt at lurta eftir kjakinum í trimum pørtum ella øllum í senn.
Í fyrsta parti seta vit spurningartekin við, um samfeløgini, ið mynda vesturlendska heimin, partvís eru grundað í kristna átrunaðinum?
Við at kjakast um fyrsta spurningin eru Heini í Skorini, Jógvan Jacobsen og Pætur Marjunarson Dahl.
Reach and audience
Public platform figures. Ratings count people who left a rating, not total listeners.
Spotify
4.3 / 5
3 ratings
Contact PolEtikk
Guest appearances
Does not typically book guests
Based on episode analysis; this does not confirm that the show is currently accepting guests.
Host of PolEtikk?
Claim your podcast to manage its listing and keep your show details accurate.
Pod Engine is an independent podcast discovery and analytics service and is not affiliated with or endorsed by this podcast. Artwork and show content belong to their owners. Full legal notice.
Explore this show Podcast research with Pod Engine