Vit tosa um granskingarumhvørvi, granskingarpengar og ikki minst granskarar í Føroyum. Men hvat er hetta fyri umhvørvi? Hvørja gransking fáast vit við í Føroyum? Og hvørji eru hesir granskarar?
Fiskaaling er partur av føroyska granskingarumhvørvinum og Jóhanna Lava Køtlum er stjóri i P/F Fiskaaling. Hon greiðir frá teirra virksemi, umframt at Sanna Laksá sigur frá um sína granskingarritger ið snýr seg um útlutingarhættir innan føroysku fiskivinnuna.
25 Feb 2020
Tey forvitnu - Hallbera West
Fróðskaparetur Føroya er staðið, har flestu føroysku granskararnir fáa sína granskaraútbúgving, og vit fáa eitt prát við Berg D. Hansen, dekan, áðrenn Hallbera West greiðir frá um sína gransking innan ábyrgargering innan politisku skipanina í Føroyum.
Stóra spurninginum svara Jóhanna á Lava Køtlum, stjóri í Fiskaaling, Bergur D. Hansen, dekanur, Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum og Heini í Skorini, granskari.
18 Feb 2020
Tey forvitnu - Ólavur Mortensen
Stóri spurningurin hesaferð er, hví gransking er so týdningarmikil, og fleiri eru tey, sum hava eitt boð uppá eitt svar. Teirra millum eru Bergur D. Hansen, dekanur, Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum, Janus Vang, stjóri í Inova, og Heini í Skorini, granskari.
Ólavur Mortensen granskar innan populatiónsgenetik - altso, er nakað, sum ger okkum føroyingar serstakar, tá tað snýr seg um okkara ílegur. Ólavur er granskarin hesaferð
11 Feb 2020
Tey forvitnu - Runa Preeti Ísfeld
Men hvat er gransking? Hví er gransking týdningarmikil? Hvørja gransking fáast vit við í Føroyum? Og hvørjir eru hesir granskarar?
Millum aðrar hesar spurningar seta vit í fýra sendingum Heina í Skorini, Bergi D. Hansen, Anniku Sølvará, Jóhonnu á Lava Køtlum og Janusi Vang, sum koma við sínum boði upp á svar.
Eisini verður tosað við ein granskara í hvørjari sending, og hesaferð greiðir Runa Preeti Ísfeld um sína gransking, og hvat tað var, sum gjørdi hana forvitna eftir at vita meira.
Contact Tey forvitnu
Guest appearances
Books guests
Based on episode analysis; this does not confirm that the show is currently accepting guests.
Host of Tey forvitnu?
Claim your podcast to manage its listing and keep your show details accurate.
Pod Engine is an independent podcast discovery and analytics service and is not affiliated with or endorsed by this podcast. Artwork and show content belong to their owners. Full legal notice.
Explore this show Podcast research with Pod Engine