Tey allar flestu okkara munnu minst einaferð hava sitið í havanum og hugt upp móti stjørnnum og hugsað um, hvørt vit veruliga eru einsamøll í alheiminum, ella um okkurt meira man vera har úti.
Søgurnar um ljós í myrkrinum ella flúgvandi talerkar eru nógvar, men eru tær sannar?
Í hesari podcast seriu fara vit at skifta orð um fyribrigdið UFO og alt sum har til hoyrir.
Vælkomin í UFO Kjallaran
Í hesum parti av UFO Kjallaranum fara vit at práta um tað, sum fór fram í Rendlesham Forest í 1980.
12 May 2020
UFO Kjallarin og Ancient Astronauts - 7
Hava aliens vitjað okkum fyrr? Hava forntíðarmenniskju fingið hjálp til at byggja pyramidurnar og onnur stór bygningverk? Í hesum parti av UFO Kjallaranum fara vit at tosa um teoriini viðvíkjandi Ancient Astronauts.
Ancient Astronauts er ein øgiliga umfatandi teori, og tað fer at taka okkum fleiri sendingar at lýsa ymsu økini. Í hesum parti fara vit at savna okkum um Erich von Däniken og tankan um, at aliens hava hjálpt menniskjum at byggja stórt - sum t.d. pyramidurnar.
5 May 2020
UFO Kjallarin og Pentagon - 6
Í hesum parti av UFO Kjallaranum, fara vit millum annað at práta um tíðindini, sum vóru at hoyra farnu viku. Pentagon hevur viðurkent, at trý videobrot, sum hava verið at sæð á netinum í eina tíð, eru verðulig.
28 Apr 2020
UFO kjallarin og fólkarán - 5
Í hesum parti av UFO Kjallaranum fara vit at práta um fólkarán, eisini kent sum alien abduction. Vit fara at fortelja søguna um Hill parið, sum í 1961 verða tikin upp í ein UFO av aliens.
21 Apr 2020
UFO Kjallarin og Apollo - 4
Apollo skipanin hjá Nasa var skotin í gongd í 1961. Endaliga ætlanin við Apollo var at seta ein mann á mánan. Í 1969 var hetta málið rokkið við Apollo 11. Bert fáar mánaðir áðrenn hetta eydnaðist, varð Apollo 10 missiónin gjøgnumførd. Millum annað hesa fara vit at tosa um í hesum parti av UFO Kjallaranum.
31 Mar 2020
UFO Kjallarin og Phoenix ljósini - 3
Ein tann størsta hendingin í UFO søguni fór fram tann 13. mars 1997 í Phoenix Arizona í USA. Túsundtals fólk sóu hetta kvøldið sjáldsom ljós á himlinum.
31 Mar 2020
UFO Kjallarin og Area 51 - 2
Ein av mest loyndarfullu hernaðarstøðunum í heiminum er Area 51 í Nevada oyðimørkini í USA. Søgurnar eru mangar og litríkar, men vat er hetta fyri ein støð? Og hvørja ávirkan hevur hon havt á okkum?
31 Mar 2020
UFO Kjallarin og Roswell - 1
Alt hevur eina byrjan. Í fyrsta parti av UFO Kjallaranum fara vit aftur í tíðina. Aftur, til har startskotið til UFO-tíðina rungaði um alla verðina. Krasjið í Roswell.
Contact UFO-kjallarin
Guest appearances
Books guests
Based on episode analysis; this does not confirm that the show is currently accepting guests.
Host of UFO-kjallarin?
Claim your podcast to manage its listing and keep your show details accurate.
Pod Engine is an independent podcast discovery and analytics service and is not affiliated with or endorsed by this podcast. Artwork and show content belong to their owners. Full legal notice.
Explore this show Podcast research with Pod Engine