Vikan tekur pulsin á vikuni, sum fer. Sendingin setir aktuellar søgur, hendingar og rák í eitt annað ljós. Við kjaki, samrøðum og satiru geva vit føroyingum eina løtu til umhugsni við einum skeivum smíli.
Vertur er Ingi Rasmussen.
Vikugesturin er Rúna Nón Bjartalíð úr Klaksvík, sum bleiv púra ovfarin av móttøkuni, hon fekk, tá ið hon skrivaði eina dagføring, sum rakti fólk beint í hjartað.
Djarvastu viðmerkingina hevur Høgni Djurhuus, sum leggur vikuna á skák.
Í Dagføroyingum viðgera vit summarið og ferðavinnuna. Hvussu fer summarið at síggja út? Er árið í ár serligt? Hvar fert tú at halda summarfrí? Fert tú at ferðast uttanlands? Hví ella hví ikki, spyrja vit millum annað. Og koma eins nógv ferðafólk til Føroya í ár, sum undanfarin ár?
Hoyr alla sendingina her
9 May 2026
Vikan 9. mai 2026
Vikugesturin var Bjørg Brynhildardóttir Egholm, sum fekk 971 atkvøður á løgtingsvalinum og er yngsta fólkið, sum er valt inn á ting.
Djarvastu viðmerkingina hesa vikuna hevur Armgarð Arge, sum legði vikuna á skák.
Í Dagføroyingum, sum er í seinna tímanum, viðgera vit vitlíki. Hvat ER vitlíki, hvussu kunnu vit brúka tað, hvussu kann tað tæna okkum og samfelagnum, og ERU avbjóðingar ella vandar?
Í útvarpsstovuni eru:
- Ólavur Ellefsen, teldufrøðingur, íverkseti, stjóri í fyritøkuni Usable. Ólavur var í verkætlanarbólkinum, sum gjørdi forkanningina um vitlíki.
- Rannvá Mortansdóttir, sum undirvísir í enskum, føroyskum og miðlakunnleika á Glasi.
- Barbara Scalvini, PhD og hevur lisið teldufrøði og lívfrøði. Barbara arbeiðir á Setrinum og er í holt við eina verkætlan um skynsama nýtslu av vitlíki.
- Katla Heðinsdóttir, PhD í heimsspeki.
Hoyr alla sendingina her
25 Apr 2026
Vikan 25. apríl 2026
Noomi O. Gregersen, sum er nýggjur stjóri í Heilsustýrinum, var vikugestur.
Djarvastu viðmerkingina hesa vikuna hevði Fróði Løkságarð, sum legði vikuna á skák.
Í táttinum Dagføroyingar spyrja vit, hvussu kreppan millum Danmark og USA um Grønland, ávirkar støðuna í ríkisfelagsskapinum, og eru tekin um, at áhugin fyri Føroyum er vaksandi? Kjakið byggir á frágreiðingina "Millum Washington og Keypmannahavn: Grønland, Føroyar og framtíðini hjá Kongsríkinum", sum varð løgd fram á Setrinum fríggjadagin. Í útvarpsstovuni vóru Heini í Skorini, Birita í Dali og Tór Marni Weihe.
Hoyr alla sendingina her.
Contact Vikan
Guest appearances
Books guests
Based on episode analysis; this does not confirm that the show is currently accepting guests.
Host of Vikan?
Claim your podcast to manage its listing and keep your show details accurate.
Pod Engine is an independent podcast discovery and analytics service and is not affiliated with or endorsed by this podcast. Artwork and show content belong to their owners. Full legal notice.
Explore this show Podcast research with Pod Engine