Nær byrjar eitt lív? Tað er stóri spurningurin, sum fleiri ymsar hugsanir eru um. Og frontarnir eru trektir upp, nú landsstýrið hevur boðað frá, at fosturtøkulógin frá 1956 loksins skal endurskoðast. Men hvat siga tey, sum brenna mest fyri ella ímóti abort? Hvat sigur kvinnan, sum er neyðtikin, og hon, sum hevur angrað abortina, alt sítt lív? Hvat sigur fólkakirkjan, hvat siga kvinnurnar, sum vóru við í reyðsokkarørsluni í Danmark og USA í 70'unum, og hví er tíðin búgvin júst nú? Hendan poddvarpsrøðin roynir at taka allar síður av eldfimu sakini um abort við, og geva eitt svar uppá - hvussu skal abortlógin 2023 síggja út?
Ríkisrættarliga eru Føroyar partur av danska kongaríkinum. Sama danska kongaríki, hvørs sitandi forsætisráðfrúa fleiri ferðir hevur funnist at myndugleikum í Póllandi og USA, fyri at hava rullað abortrættindi til kvinnur aftur. Men samstundis er fyri tað mesta larmandi tøgn úr Danmark og umheiminum annars, um abortmálið í Føroyum. Hví? Og hvør eigur rættin at blanda seg ella harta? Tað tosa Sadie Niclasen, retoriklesandi og Turið Nolsøe, ph.d lesandi um í hesum áttanda partinum.
See omnystudio.com/listener (https://omnystudio.com/listener) for privacy information.
29 Sept 2025
7. Páparættindi, løgfrøðin og lívfrøðin
Hvat skal pápin hava at siga í abortspurninginum? Hvat er tað vit tosa um reint lívfrøðiliga og hvat sigur løgfrøðin? Tað eru spurningarnir, sum Nigro Bjarki Hermansen, pápi, Bjørk Maria Kunoy, løgfrøðingur og Diana Reynstind, serlækni tosa um í hesum sjeynda partinum.
See omnystudio.com/listener (https://omnystudio.com/listener) for privacy information.
29 Sept 2025
6. Føroya bispur um abort
Ein teirra, sum helst skal siga sína hugsan fyri politisku skipanini, tá ið lógin um abort skal endurskoðast, er Føroya bispur. Men er abortmálið ein átrúnaðarligur spurningur? Ja, siga summi. Nei, siga onnur. Jógvan Fríðriksson sigur sína hugsan um hendan spurningin og um málið um fría abort.
See omnystudio.com/listener (https://omnystudio.com/listener) for privacy information.
29 Sept 2025
5. Ein óynskt abort
Anja Wenningstedt Djurhuus fekk eina abort fyri 15 árum síðani. Serligar umstøður gjørdi, at hon fekk framt hesa abortina, sum hon hevur angrað líka síðani. Og hon mótmælti eisini uppundir, at abortin bleiv framd. Hoyr hennara søgu her.
See omnystudio.com/listener (https://omnystudio.com/listener) for privacy information.
29 Sept 2025
4. Neyðtøkan
Hildur Egilsdóttir varð neyðtikin og gjørdist við barn. Hon fekk eina abort, men tað kravdi, at hon segði fleiri læknum frá sínari søgu, frá tí ringasta kvøldinum í lívinum. Hoyr hennara søgu her.
See omnystudio.com/listener (https://omnystudio.com/listener) for privacy information.
29 Sept 2025
3. Anti-abort rørslan
Vit finna ikki einans eina sterka pro abort rørslu í Føroyum í hesum døgum - anti abort rørslan er minst líka sjónlig í kjakinum í dag. Ruth Norðgerð, forkvinna í Føroya Pro Vita, ynskir sær eitt samfelag við fleiri møguleikum til kvinnur - og tað ger hon orsaka av einari ógvusligari persónligari hending, tá ið hon sjálv gjørdist við barn.
Við Ruth Norðgerð, Dianu Reynstind, Regini Berg, v.m.
See omnystudio.com/listener (https://omnystudio.com/listener) for privacy information.
13 Sept 2023
2. 70'ini
Í 70'unum fóru danskar og amerikanskar kvinnur á gøturnar. Tær vildu hava síni abortrættindi, og í 1974 fingu tær tað. Mitt í rokanum finna vit Karina Kjølbro, sum í 60'unum arbeiddi á Mødrehjælpen og sjúkrahúsið í Danmark, har hon fær serligt innlit í abortmálið. Sama áratíggju er larmandi tøgn um abortrættindi í Føroyum - ein veruleiki, sum Marna Jacobsen fekk innlit í, tá hon tók ábort.
Við Karini Kjølbro, Marnu Jacobsen, Regin Berg, v.m.
See omnystudio.com/listener (https://omnystudio.com/listener) for privacy information.
25 Aug 2023
1. Eg havi tikið abort
Fyrsti partur, sum er ókeypis, byrjar 8. mars 2023, tá Føroyar vaknaðu til eitt sjónband frá fleiri kvinnum, sum søgdu "eg havi tikið abort". Tær vildu koyra skommina frá sær, og soleiðis bróta tøgnina. Tað sama vil felagið Frítt val, sum í ár hevur fimm ár á baki.
Í fyrsta partin av røðini taka vit útgangsstøði í 2023. Tí hetta gjørdist árið, tá politiska leiðslan loksins tordi at taka lógina frá 1956 upp á tungu.
Barbara Holm hevur gjørt poddvarpsrøðina og í fyrsta parti tosar hon við eitt nú Aldu Mohr Eyðunardóttir, Turið Mariu Jóhansdóttir og Elisu Vang.
See omnystudio.com/listener (https://omnystudio.com/listener) for privacy information.
Contact Vit hava tikið abort
Guest appearances
Books guests
Based on episode analysis; this does not confirm that the show is currently accepting guests.
Host of Vit hava tikið abort?
Claim your podcast to manage its listing and keep your show details accurate.
Pod Engine is an independent podcast discovery and analytics service and is not affiliated with or endorsed by this podcast. Artwork and show content belong to their owners. Full legal notice.
Explore this show Podcast research with Pod Engine