Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Á hvørjum ári skipar Føroya fólkaháskúli fyri pensionistaskeiði, og hetta verður altíð væl móttikið. Aftur í ár er fullteknað og tey, ið prátað var við í samrøðuni, siga seg vera sera væl nøgd við skeiðið higartil.
Skeiðið varar í 5 dagar, skráin er rúgvusmikil og fjøbroytt. Á skeiðnum eru tríggjar verkstovur, sum á ymiskan hátt seta sjóneykuna á minnir hjá teimum, ið luttaka.
Hoyr meira um pensionistaskeiðið og verkstovurnar í samrøðuni niðanfyri:
3 Mar 2026
Góðan morgun Føroyar týsdagin 3. mars 2026
Veðrið
Hùsið í Klaksvík 20 ár
Neil Sedaka farin
18 Feb 2026
Regin er fyrsti føroyingur á Bouvet
Bouvet.
Soleiðis eitur ein oyggj, sum liggur umleið 1500 fjóðringar í útsynningi úr Cape Town í Suðurafrika.
Ongin býr í oynni, sum øll er dekkað við ísi, tí hitalagið har liggur millum fýra kuldastig og fýra hitastig.
Men komandi tríggjar vikurnar verður fólk í oynni, tá tilsamans 18 radioamatørar úr øllum heiminum fara rannsóknarferð til Bouvet.
Ein av radioamatørunum er Regin Nicolajsen úr Skopun.
- Sum radioamatørur samskifti eg við nógv fólk kring heimin, og tað var eisini av einum øðrum radioamatøri, at eg bleiv bjóðaður við á hesa ferðina, sigur Regin Nicolajsen, sum ikki tók av tilboðnum alt fyri eitt.
- Men eftir at hava hugsað meg um í eina tíð, helt eg hetta vera ein spennandi og stuttligan møguleika. Og eg haldi tað er stuttligt, at eg soleiðis eisini kann hitta ymiskar radioamatørar, sum eg eri vanur at samskifta við, sigur Regin Nicolajsen.
Endamálið við ferðini er at seta samskiftisútgerð upp í oynni og at samskifta haðani næstu tríggjar vikurnar ella so.
Eftir ætlan verður farið úr Cape town við báti í dag, og ferðin til Bouvet tekur væntandi millum sjey og 10 dagar.
Reach and audience
Public platform figures. Ratings count people who left a rating, not total listeners.
Pod Engine is an independent podcast discovery and analytics service and is not affiliated with or endorsed by this podcast. Artwork and show content belong to their owners. Full legal notice.
Explore this show Podcast research with Pod Engine